Í dag verður møguligt at hoyra Lív Næs syngja og spæla nýggjar sangir, tá hon hevur framførslu í Tutl í miðbýnum klokkan.
Songkvinnan Lív Næs gevur í hesum døgum út fløgu, ið ber heitið Keldufar. Talan er um yrkingar tulkaðar av abba Lív Næs, sum í ungum døgum nýtti dulnevni Flóvin Flekk.
Teir ellivu sangirnir, ið eru at finna á fløguni, hoyra til sjangrurnar folk og popp. Evnini í yrkingunum, sum upprunaliga komu út í 1946, eru eitt nú kærleiki, náttúra og andaligi parturin av lívinum.
Lív Næs syngur og spælir sangir av nýggju útgávuni í Tutl í miðbýnum í dag klokkan 17.00.