Komandi vikuskiftið fer Rescue LÍV at hava úr at gera. Fríggjakvøldið verður farið norður til Eiðis, har Regatta 2012 byrjar. Lív fylgjir við bátinum í Regatta til Hósvíkar, síðan verður Lív liggjandi nakað út á náttina.
Leygardagin verður Lív at síggja í Sundalagnum og Nólsoyarfirði, har hann verður tøkur, um brúk er fyri hjálp.
Lív verður við til svimjingina, sum er um Nólsoyðarfjørð og er tá eisini mannaður við samarittum frá Reyða Krossi, sum eru til taks undir svimjingini um Nólsoyarfjørð.
Leygarkvøldið og fram til sunnumorgunin verður Lív liggjandi í Nólsoy til Ovastevnuna.