LÍV hevur nú dagført sín samleika við nýggjum búmerki og heimasíðu. Dagføringin er ein nýmótansgerð av samleikanum, ið greiðari vísir virðini hjá LÍV LÍV dagførir nú sín samleika við nýggjum búmerki og heimasíðu. Dagføringin er ein nýmótansgerð av samleikanum, ið greiðari vísir virðini hjá LÍV, sigur felagið í tíðindaskrivi.
LÍV veitir eftirløn og lívstrygging til størra partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum og umboðar flestu føroysku fakfeløgini.
Sum størsti veitari á eftirlønarøkinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar framtíðar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum. Hetta er ein ábyrgd, ið krevur serfrøði, trúvirði, opinleika og tryggleika. Hetta eru kjarnuvirðini, ið LÍV byggir á. Nýggi samleikin er í tráð við hesi virði.
?Innlit í útlit? er yvirskriftin, ið nýggi samleikin verður avdúkaður undir. Hetta merkir, at LÍV við hollastu ráðgeving hevur sum mál at geva viðskiftafólki innlit í síni útlit, fyri at verða tryggjað á besta hátt.
Nýggja heimasíðan fylgir sama LÍV-samleikanum, við innbjóðandi sniði og greiðum bygnaði, har støði verður tikið í viðskiftafólkinum, ið vitjar síðuna. Sagt verður, at síðan byggir á kjarnuvirðið um opinleika og gevur teimum vitjandi eitt breitt innlit í virksemið hjá LÍV. Heimasíðan er at finna á liv.fo.
Tað er Sendistovan, sum í samstarvi við LÍV hevur ment tann nýggja samleikan.