So er Tórsfest byrjað á gongugøtuni í Havn og longu nú streyma fólk til økið.
Hamradun fylti økið bæði so og so, við sínum eyðkendu tónum og framførslu á høgum støði. Ljóði er gott og fólk eru í góðum lag.
Nógv er gjørt burturúr til børnini eisini, har hoppiborgir, eru settar upp ymsastaðni á økinum og eisini eru matvognar, sitipláss og café'irnar á og kring økið opnar.
Ein Tórsfest, ið leggur seg upp í kappingina við hinir festivalarnir í landinum.
Beint nú spæla Poul Krebs og Michel Falch og eisini her eru tað hópin av áskoðarunum.
Aldursbólkurin á Tórsfest, er í so máta nógv breiðari enn Ólavsøkukonsertin, har Tórsfest hevur sín uppruna frá. Her eru heilt frá børnum í barnavongnið til heilt tilkomin fólk.
Sí myndirnar :