Felagið varð annars stovnað í samband við mentanarvikuna í oktober mánaði í fjør, og nú verður miðað eftir at fara til verka av álvara við at fáa liv aftur í áhugasjónleikin kring Skálafjørðin og aðrastaðni í oynni við.
Eitt evni á fundinum er støðutakan til, hvørt ein navnakapping skal útskrivast, og um áhugi er fyri eini work-shop saman við Meginfelag áhugaleikara Føroya.










