Eftir eina tíð uttan nakra konsert, fara SIC, Oniontree, Reverb og Plastic Hero at hoyra í annaðkvøld Eftir langa tíð uttan konsertir á Margarinfabrikkini, kemur Margarinfabrikkin sterkt aftur við einari brakandi konsert nú fríggjakvøldið 13. feb við heitum nøvnum.
Einki mætari enn SIC, sum í løtuni fyrireika seg til stóra tónleikaferð í Evropu, er høvuðsnavnið á konsertini. Eisini verður upcoming bólkurin Oniontree at hoyra, saman við nýggja bólkinum Plastic Hero, sum er spotin úr Margarinfabrikkini og spennandi gentubólkurin Reverb, ið bergtók áhoyrarirnir á tónleikakappingini FM ´08.