Líður væl við stoypiarbeiðnum

- Vit vóna, at nýggja missiónshúsið stendur innilokað tíðliga í summar, sigur formaðurin í bygginevndini, Torleif Justinussen.

Tað er byggifyritøkan Norðhús, sum er í holt við at stoypa nýggja missiónshúsið, sum verður bygt við Gøtugjógv. Nýggja húsið kemur í staðin fyri gamla missiónshúsið, sum varð bygt í 1927, men sum nú er rivið niður.

 

Torleif Justinussen er í stýrinum fyri missiónshúsið, og hann er eisini formaður í bygginevndini, nú nýtt missiónshús verður bygt. Hann sigur, at stoypiarbeiðið byrjaði í oktober, og stoypt hevur verið í vetur, tá veðrið hevur verið til vildar.

 

- Størri parturin av stoypiarbeiðnum er nú fingin frá hondini, og her er ikki so nógv eftir at stoypa. Tað er okkara vón, at nýggja missiónshúsið kann standa innilokað tíðliga í summar, kanska í juni mánaði, sigur hann.

 

Formaðurin í bygginevndini sigur, at grundøkið, sum nýggja húsið verður bygt á, er ikki so óendaliga stórt, og tað verður missiónshúsið heldur ikki, tó at tað verður væl størri enn hitt gamla.

 

- Men, hetta verður eitt nýtt og gott hús í tveimum hæddum, harav møtisalur verður í ovaru hæddini, sum fer at rúma stívliga 100 fólkum, leggur hann aftrat.

 

Í niðaru hæddini verður køkur, og her verður eisini matarsalur, sum kann rúma nøkrum fólkum aftrat, tá størri tiltøk verða í húsinum. Um so verður, kann fylgjast við á stórskíggja, tá tiltøk verða í salinum í erva.

 

- Í nýggja missiónshúsinum verða eisini wc'ir, bæði í erva og neðra, og her verður wc, sum fólk við likamligum tarni kunnu brúka. Í kjallarahæddini verður eisini skrivstova.

 

Stýrislimurin og formaðurin í bygginevndini dugir ikki at siga, nær nýggja missiónshúsið fer at standa liðugt, tí hetta veldst eisini um fíggjarligu orkuna.

 

Hann sigur, at tá bygningurin er innilokaður, verður meginparturin av arbeiðnum, sum tá er eftir, sjálvboðið.

 

- Vit hava nógv dugnalig fólk í meinigheitini, og vit hava fólk við nógvum ymiskum førleikum. Sum er, eiga vit ikki fyri húsið, og tí fer eisini at verða bygt, soleiðis sum ráð og arbeiðsorka verða, sigur Torleif Justinussen.