Líður væl til fulla last

- Hóast líkindini ikki hava verið nakað serlig á túrinum, hevur fiskiskapurin tó roynst hampiliga væl, og nú restar skipinum eini 100-200 tons í fulla last, sigur Jón Rasmussen, skipari, sum hevur frítúr hendan túrin. Verksmiðjutrolarin Norðborg er í løtuni á svartkjaftaveiði vestur úr Írlandi. Teir fóru avstað næst seinasta leygardag, men veðrið hevur verið vánaligt, og skipið hevur ligið bakk onkran dag á túrinum.

Jón Rasmussen, skipari, sum hevur frítúr hendan túrin, sigur, at svartkjafturin verður heysaður og skráskorin.

- Hóast líkindini ikki hava verið nakað serlig, hevur fiskiskapurin roynst rímiliga væl, og nú restar skipinum bara eini 100 til 200 tons í fulla last.

Hann væntar, at Norðborg kemur í Ánirnar at landa, tá henda vikan fer at halla.

Hendan túrin er Bogi Rasmussen skipari á Norðborg.