Gunnar Isfeld, lesandi
Tað verður ofta tosað um, at Føroyar ikki treytaleyst skulu fylgja rákinum í tíðini. Tað løgna her er tann sannroynd, at tey sum siga slíkt ofta eru júst tey, sum ikki ynskja at loysa frá Danmark - ikki ynskja fullveldi. Altso tit vilja ikki hava avgerðarrætt her heima í øllum lutum, men heldur ikki fylgja við rákum uttanífrá. Heilt erligt: um vit skulu fylgja einum heilt serligum føroyskum anda, so sum Thomas Juul Askaham helt í Sosialinum 30. nov. ("Nú ýlur Goliat aftur"), er tað so ikki í stríð við ynskinum um framhaldandi samband?
Askham tosar eisini um ryggleysar politikarar, sum, í mótsetning til Dávid (livdi fyri 3000 árum síðani), ikki tora at taka støðu móti rákinum ella fjølmiðlunum. OK, men hesin sami Dávid er jú eisini ímyndin av jødiskum fullveldi. Hann var konsekventur.
Askham vil eisini í sínari grein nýta høvi til at seta ringt ljós á tjóðveldisfólk, sum vilja innføra danskar siðir og lógir. Júst vit tjóðveldisfólk eru serliga von við slík ýl frá ókonsekventum fólki, sum vilja nakað, men eru bagin fyri at taka fulla ábyrgd av sínum hugburðum og ynskjum. Altso um tú ynskir, at Føroyar skulu vera serstøk tjóð, hvat tjóðaranda viðvíkur, so haldi eg, at tað einasta rætta og rímiliga má vera møguleikin fyri hesum ynski. T. e. fullur avgerðarrættur! Tað er í øllum førum tað einasta konsekventa, og tá tú talar um ryggloysi, so er tað eisini tað einasta rætta, um ryggurin ikki er veikur ella brotin.
At tjóðveldisfólk skulu vilja innføra danskar siðir og lógir er eisini nakað fjas at siga. Vit vilja bert innføra rættvísar lógir, og tær líkjast ofta lógum í umheiminum - ikki bara donskum lógum. Annars er tað jú so, at vit hava ein hóp av donskum lógum. Og tað, at vit, eins og danir, vilja uppdatera hesar lógir, er onki løgið í. Tað er ikki tí, vit vilja hava danskar lógir. Veruleikin er bara tann, at vit hava danskar lógir
Tjóðveldi og fullveldi her í Føroyum handlar heldur ikki (yvirhøvur ikki) um, at Danmark er nakað ringt, ella at danskir siðir er nakað ringt. Tað handlar júst um at kunna lóggeva sjálvi og stýra sjálvi í øllum lutum. Tey sum eru forsprákarar fyri einum ávísum antidanskleika eru í dag tvørturímóti sambandsfólk og ryggleys fullveldisfólk, sum ikki dáma Danmark ella siðir tess, men halda at danskir pengar eru super. Nei farið tit heldur og arbeiðið upp á tykkara rygg - rættið hann upp!