Løtuvinningur hjá lønmóttakarum

Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Bjarni Djurholm, er ikki serliga fegin um semjuna, sum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið hava funnið fram til. Hann sigur hetta vera løtuvinning hjá lønmóttakarum og væntar, at vinnulívið fer at knógva undir lønarvøkstrinum

 

Bjarni Djurholm landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin væntar, at hetta samráðingarúrslitið fer at gera samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum truplar, tí tað er væntandi, at onnur fakfeløg eisini fara at krevja sama ella størri lønarvøkstur.

Hann er sostatt ikki nógv fyri lønarvøkstrinum, sum Fíggjarmálastýrið hevur játtað at lata limum í Starvsmannafelagnum. Vøksturin er tilsamans 12,5% í hálvttriðja ár. Fólkaflokkurin hevur sýnt sína ónøgd við semjuna, tí lønarvøksturin er ov høgur.

? Sæð í vinnuligum høpi, so fer hetta úrslitið at ávirka samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Bjarni Djurholm, sum væntar, at kappingarførið hjá vinnuni verður sera meint rakt.

Bjarni Djurholm vísir á, nú lunnar eru lagdir undir lønarhækkanir uppá 12,5%, at almennu kassarnir gjalda 1,6 milliardir krónur um árið í lønum, og nú so nógv prosent skulu leggjast omaná. Talan er um 200 milliónir eyka útreiðslur um árið, vísir Bjarni á.

? Vit vita, at tá bruttolønin veksur, so hækkar kostnaðarstøðið, og tað merkir at vørur og tænastur gerast dýrari. Tí merkir brúkarin sjáldan nakað positivt í síðsta enda, sigur Bjarni Djurholm.

Bjarni Djurholm vísir í hesum sambandi á, at við seinastu lønarhækkan upplivdu vit, at vørur og tænastur dýrkaðu, og tað verður tað sama hesuferð. Tí fer henda lønarhækkanin neyvan at gagna føroyska vinnulívinum og fer neyvan at gagna føroyska lønmóttakaranum í longdini.


Heldur skattalætta

Landsstýrismaðurin sigur, at tað sjálvsagt er torført at koma aftur um aftur og finnast at eini semju, tá hon er undirskrivað av báðum pørtum, og at tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Karsten Hansen, sum finnur fram til semjuna.

Bjarni Djurholm slær fast, at reallønin hækkar neyvan sum úrslit av hesi semjuni, og tí tala hann og Fólkaflokkurin heldur fyri at halda aftur í økingini av teimum almennu útreiðslunum og ístaðin veita skattalætta, tí tá hækkar reallønin.

Landsstýrismaðurin vísir hinvegin á, at útreiðslurnar av hesum sáttmálanum svara til íløguna av einum undirsjóvartunli undir Vestmannasund um árið. Tí heldur Bjarni, at tað er ein ávís andsøgn í kritikkinum frá Tjóðveldisflokkinum í síðstu viku, tá hann ákærdi Fólkaflokkin fyri útgjaring.

? Samanlagt kann mann siga, at Fíggjarmálastýrið hevur tikið nakað rívan til, og fakfeløgini kunnu sjálvsagt vera væl nøgd við úrslitið. Spurningurin er bara, um limirnir yvirhøvur fáa nakra gleði av hasum, og um samfelagið ikki fer at líða undir tí, tá sama um kemur, sigur Bjarni Djurholm at enda.