Norski landsliðsvenjarin hevur funnist at støðuni hjá Føroyum á FIFA-styrkislistanum, men nú fær hann aftur av somu skuffu frá einum Manchester United spælara.
Eina ferð um mánaðin ger altjóða fótbóltssamgongan FIFA ein styrkislista yvir allar heimsins fótbóltstjóðir. Úrslitini byggja á úrslit í altjóða skrásettum landsdystum.
Føroyar hava seinasta árið støðugt vunnið seg upp eftir listanum og eru á seinasta listanum nummar 111 frammanfyri eitt nú Ísland. Hetta helt norski landsliðsvenjarin Egil Drillo Olsen verða misvísandi, tá ið hann í farnu viku viðmerkti listan. Hann helt ikki, at Føroyar høvdu nakað at gera so langt uppi á listanum.
Nú sleppur Drillo at smakka sín egna heiligvág, tí danski landsliðsmálmaðurin Anders Lindegaard, sum dagliga spælir fyri Manchester United, sigur, at tað er láturligt, at Noreg er høgt á styrkislistanum og liggur frammanfyri lond sum Frakland, Svøríki og Rusland.
Noreg er á seinasta listanum plaserað sum nummar 12. Noreg er eisini frammanfyri Danmark, sum teir skulu spæla ímóti í kvøld.