Láturlig sammeting

Hvítu Húsini í Washington halda lítið um, at Amnesty International hevur borið fangaleguna í Guantanamo við GULag-legurnar í gamla Sovjetsamveldinum.

-Hatta er púra púra burturvið. Vit hava fríað 50 milliónir fólk í Afghanistan og Irak undan einaræði. Kring allan heimin hava vit virkað fyri at styrkja frælsi og demokrati, so øll fólk kunnu fáa ágóðan av rættartrygd. Vit ganga eisini undan í stríðnum fyri rættindunum hjá kvinnum og minilutum, sigur Scott McClelland, sum er talsmaður hjá George W. Bush, forseta.

Blaðið The Washington Post, sum vanliga gongur undan, tá tað ræður um at finnast at Bush og stjórn hansara, sigur seg heldur ikki kunna góðtaka atfinningarnar hjá Amnesty International.

-Í seinastuni hevur Amnesty International lagt seg eftir at fordøma USA heldur enn at venda sær ímóti heimsins einaræðisharrum, skrivaði blaðið fyrradagin og legði afturat, at atfinningarnar gera støðuna hjá felagsskapinum veikari.