Láturlig revsing í dálkingarmálum

Seinastu seks árini er Havnarvág í 62 førum óljudálkað, men einans í tveimum førum er bót skrivað, og hesar vóru áljóðandi 500 krónur og 3.500 krónur. Forkvinnan í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, heldur hetta vera láturligt. Nú krevur kommunan svar frá fúta og Innlendismálaráði.

Umhvørvi


Hóast Tórshavnar kommuna hevur meldað 24 oljudálkingarmál til fútan seinastu seks árinini, hevur fútin bert svarað í sjey av málunum, og tilsamans skrivað út bøtur fyri 4.000 krónur. Nú er bikarið fult, og býráði samtykti í gjár at rykkja fútan eftir svarið, í teimum 17 málunum, ið enn ikki eru avgreidd.

Tað var Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndina, ið legði málið fyri býráðið, hetta varð gjørt eftir ógvusligu dálkingina 24. august, tá 10.000 litrar flutu út á Havnarvág.


62 dálkingarmál

Elin Lindenskov greiður frá, at síðan 2001 eru 62 oljudálkingar staðfestar á Havnarvág, av hesum hevur kommunan í 24 førum meldað málini til fútan.

- Fyrr vóru ikki øll mál meldaði, men síðan Tórshavnar kommuna fyri nøkrum árum síðan boðaði frá, at eingin dálking varð góðtikin á økinum hjá kommununi, eru øll mál meldað, sigur Elin Lindenskov.

Vit fingu orð á fútan, Karen Marie Olesen, og spurdu hana, hví fútin ikki hevði avgreitt 17 dálkingarmál. Fútin segði seg ikki kenna til hesi hagtøl og vísti á, at tað ikki er víst, at Fútin og kommunan hava somu definitión av hvat eitt avgreitt mál var. Hon segði tó, at hon fór at viðgera málið, tá áheitanin kom frá kommununi, men at hon annars onga viðmerking hevði.


Láturligar bøtur

Av teimum sjey avgreiddu málunum eru bøtur skrivaðar út í tveimum førum, báðu ferð í 2004. Tann eina bótin var á 500 krónur og hin á 3.500 krónur. Elin Lindenskov metir hesar bøtur vera láturliga lágar og vísir á, at tørvur er á, at sektanin verður munandi størri.

- Tað kann ikki vera rætt, at vit skriva so lágar bøtur út, meðan vit vita um, at onnur lond skriva risa bøtur út og enntá nokta skipum, ið dálka, atgongd til teirra havnir, sigur Elin Lindenskov.


Kenna ikki til dálking

Forkvinnan í heilsu- og umhvørvisnevndini var saman við umsitingini á ferð í Íslandi herfyri, og har tosaðu tey við kommunalu myndugleikarnar, ið hildu støðuna í Føroyum vera heilt burturvið.

- Sambært umhvørvismyndugleikunum í Reykjavík hevur eingin oljudálking verið í Reykjavíkar Havn seinastu 20 árini, greiður Elin Lindenskov frá og vísir á, at eingin orsøk er til, at støðan skal vera ein onnur í Havn ella aðra staðni í Føroyum.


Rykkja eftir bunkringskunngerð

Hon vísir eisini á, at stórur tørvur er á eini bunkringskunngerð, ið kann gera lóggávuna og revsingarmyndugleikan greiðan í dálkingarmálum. Tí samtyktið býráðið eisini í gjár at rykkja Innlendismálaráðið eftir eini bunkringskunngerð.

- Vit uppliva, at dálkingin ofta hendur undir bunkring, og vit meta, at her oftast er talan um sløsarí, tí mugu vit fáa eina kunngerð á hesum økinum, sigur Elin Lindenskov.

Eisini fútin heldur, at ein bunkringskunngerð hevði verið góð at fingið, fyri at gjørt mannagongdirnar greiðari hesum øki. Úr Innlendismálaráðnum, har tey umsita umvhørvismál, verður boðað frá, at ein tílík kunngerð er á veg, og at hon í vikuni er send til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum.