Láturlig bót

Fyrrverandi venjarin hjá Sheffield United er í øðini um bótina, sum Wolves hevur fingið. Neil Warnock var venjari, tá Sheffield United á seinasta leikdegi varð yvirhálað av West Ham, sum á útivølli vann 1-0 móti einum nógv skerdum Manchester United-liði, ið longu var meistari. Sir Alex Ferguson hevði tá valt at spara fleiri spælarar til FA Cup-finaluna. Ta ferðina fekk tað onga avleiðing fyri Manchester United, og tað fekk onga avleiðing, at Fulham vann á einum nógv skerdum Liverpool. At FA somikið sum umhugsaði at geva Wolves bót hesaferð, er fullkomuliga láturligt, sigur Neil Warnock.