Látur heldur blóðtrýstinum niðri

Ein góður látur og tónleikur er eins gott fyri blóðtrýstið, sum tað er at gevast at brúka salt í matinum ella at tapa seg 4,5 kilo.

Tað siga granskarar frá Osaka Universitetinum í Japan, sum júst hava lagt fram eina kanning á einari ráðstevnu í Atlanta í USA.

Granskararnir kannaðu 90 menn og kvinnur, sum tvær ferðir um mánaðin hittust og fingu látur- og tónleikatímar. Úrslitið var, at blóðtrýstið fall munandi eftir trimum mánaðum. Ein kontrollbólkur hevði ikki somu úrslit.

Tað er ikki greitt, hvat tað er við látri og tónleiki sum ger, at blóðtrýstið fellir, men ein granskari heldur, at orsøkin kann verða, at látur og tónleikur minkar um stresshormonini í kroppinum, og harvið eisini ávirkar blóðtrýstið rætta vegin.