Lítli beiggi tú mást ikki gráta
At gráta er ein táta, sum ongin orkar fyri, tað skróðar og tað skramblar og eg og abbi gerast svakir so klappa í og hoyr so her hvat sosiala deild í síni bestu meining hevur framleitt her til tín
Her er nakað, eg skal geva tær
Tí maðurin við hattinum hann snakkar upp í saman og sigur at hann situr og hugsar um títt lív og luskar, teskar, mutlar í takt við tröll og tvætl, og umber seg og sigur: Je viste ikkje av at lítle beiggjon hevði eitt supurstort problem
Hygg, ein látupípa, ið kann láta
Hon letur og hon skríggjar so omma verður svök og endar sínar dagar hjá Árna super Olsen og tú mín svaki beiggi verður sendur har sum piparari so lystiligt grör, til Karup við Atlantic
Hana eg úr sóljukoppi skar
Kaffikopp og sóljukopp er sikkurt heilt tað sama, og endin verður altíð at tað alt skal vaskast upp og tá er tú mín fitti býtti beiggi tann sum standa skal við tannbust og við svampi og tár í eygunum og vaskar upp og niður til látipípan tagnar sum ein druknað gomul mús í fuckin´ Karup
So sit tú bara í Karup og blás í látupípu, tí bara sápublöðruvals hon spælir fyri tær, og brestir hvörja blöðru í eyguni hjá tær, so tú kanst aftur gráta og hoyra teirra svar
Lítli beiggi tú mást ikki gráta, her er nakað eg skal geva tær
Ein einvegis til Karup, ein einvegis til Karup, ein einvegis frá asosialu deild í deiligu, herligu Havn
Og so var ikki meir, og so var ikki meir, og hav tað nú so gott, og hav tað nú so gott (10 ella 1.000 ferðir)
(og so alt tað heila umaftur)
fyri a-sosialu deild og barna ó-verndina