Lótu teir seg tapa?

SønderjyskE verður nú kannað fyri illgrunasamt mál, sum teir lótu inn í gjár.

Tað var heldur illgrunasamt, tá ið SønderjyskE í seinasta dystinum í Superliga-grundspælinum leygardagin tapti 2-1 ímóti FC Midtjylland við einum máli, sum FC Midtjylland skeyt í 89. minutti.


Orsøkin til, at tað er illgrunasamt, er tí at tapið hjá SønderjyskE tryggjaði teimum pláss í tí eina av tveimum bólkunum um yvirliving og niðurflyting, har teir hava betri útlit til at klára seg væl.


Í beinleiðis tekstafrásøgnini á twitter skrivaði SønderjyskE, at hetta málið hjá FC Midtjyllandi var tað minst keðiliga málið, ið SønderjyskE hevði fingið ímóti sær í 89. minutti. Hesi boðini vórðu seinni strikaði aftur.


Felagið sleppur tó ikki bara sum so frá hesum dystinum, tí illgrunin um at SønderjyskE lat seg tapa hevur nú fingið danska fótbóltssambandið at taka málið upp. Hetta váttar formaðurin í Fodboldens Disciplinærinstans fyri TV2.


- Vit hava sjálvsagt hugt at dystinum - serliga endanum. Vit hava sjálvandi eisini lagt til merkis hvørjar orðingar eru komnar frá SønderjyskE, og sambært hesum hava vit valt at stovna eina sak ímóti SønderjyskE, sigur Jens Hjortskov við TV2.


Kappingarleisturin í Superliguni hevur áður verið fyri hvøssum atfinningum, júst tí at tað í summum førum kann loysa seg hjá einum liði at tapa, soleiðis sum vit sóu tað við SønderjyskE ímóti FC Midtjylland í gjár.


Ein føroyingur spælir við SønderjyskE. Tað er 20 ára gamli Teit Jacobsen, sum tó í løtuni er leigaður út til barndómsfelagið heima í Føroyum, HB.