Lótu stýringina til Víking

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá NSÍ seta orð á tapið ímóti Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber aftaná 1-3 tapið hjá NSÍ ímóti Víkingi við Løkin í Runavík í dag.

 

NSÍ vinnur næstan ongantíð á Víkingi, men Anders Gerber slær fast, at teimum hagtølunum var einki gjørt burturúr, tá NSÍ fyrireikaði seg til dystin í dag.

 

Um hví Víkingur vann heldur Anders Gerber, at NSÍ lat stýringina til Víking í seinna hálvleiki, og tað bleiv avgerandi. Hann staðfestur eisini, at Víkingur er eitt gott lið, og hann heldur, at hann og hansara menn hava lært nakað av dystinum í dag.