Týsdagin handaðu umboð fyri danska Beredskabsstyrelsen føroyingum 12 sokallaðar brandgruppur. Hetta varð gjørt í sambandi við, at føroyingar eru í ferð við at gera eina tilbúgvingarskipan, ið skal umfata alt landið.
Beredskabstyrelsen er ráðgevi í ætlanini, og eftir ynski frá Brunaumsjón Landsins, eru brandguppurnar komnar til Føroya.
Tilbúgvingarliga illa fyri
Brunaumsjónin ásannar, at føroyingar eru illa fyri tilbúgvingarliga. Hildið verður nevniliga ikki, at tað er nóg mikið at hava vælvirkandi bjargingar- og sløkkilið kring landið, tá tá eingin felags tilbúgving er fyri alt landið. Tí er settur ein stýrisbólkur, ið skal gera eina felags føroyska tilbúgving, ið byggir á verandi eindir kring landið. Stýrisbólkurin hevur sett ein verkætlanarbólk at gera arbeiðið, ið er samskipað av Vinnumálastýrinum.
Seinastu mánaðirnar er fyrireikandi umsitingarligt- og planleggingararbeiði gjørt, og í næstum verður farið út til hvørja einstaka kommunu, soleiðis at ikki bert nakrar, men allar kommunurnar í Føroyum koma at hava sína egnu tilbúgving.
Góð útgerð
Tær 13 brandgruppurnar, ið vórðu handaðar týsdagin, eru gamlar, men tær eru óbrúktar. Hvør av teimum er útgjørd við einari VW pumpu, einari 300 metra langari brandslangu, koblingum, og forgreiningum, nøkrum stuttum stigum, hondamboðum og øðrum.
Kostnaðurin fyri útgerðina er, at móttakarin rindar flutningin, ið er 5.000 krónur.
Útgerðin varð handað á vaskiplássinum úti í Nyhavnini í Havn týsdagin klokkan 14. Í sambandi við handanina varð ein brandpumpa royndarkoyrd og víst fram fyri almenninginum.
Í sambandi við handanina, vóru í Føroyum Frederik Schydt, stjóri, Elisabeth Bencard, serráðgevi, og Kim Wolf, seniordelingsfører, frá Beredskabstyrelsen, og Anders Nørregård, skrivstovustjóri á Beredskabskontoret, frá Innanríkisráðnum.
Fleiri av hesum fólkum kenna væl tiul Føroysk viðurskifti. Schydt arbeiddi á ungum árum hjá fútanum, Wolf er giftur føroyskari konu og Bencard hevur í ár verið tvær ferðir í Føroyum, sum ráðgevi til eina føroyska tilbúgving.
Ætlanin var, at Torkild Simonsen, innanríkisráðharri eisini skuldi vera við til handanina, men hann er eisini flóttafólkamálaráðharri, og orsakað av trupulleikunum í Kosovo, kundi hann ikki koma.