Fyrr í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at danska verjuskipið Triton hevði funnið eina grind út fyri Hagaleiti í Leirvík, ið gekk suðureftir.
Ein føroyskur bátur var skjótt úti hjá grindini, men aftaná at hava siglt hjá bólkinum eina løtu, fór báturin avstað aftur.
Eftir at hava samskift við fólk á landi, metti manningin umborð á Triton, at talan ikki var um grind, men í staðin um smærri hval, antin springarar ella nísur. Harumframt var talan helst einans um tveir hvalir, og tí varð avgjørt at lata hvalirnar sleppa.