Rættarfundurin við 32 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Pidda Hansen, fer fram fyri afturlatnum hurðum í Føroya Rætti. Fundurin skuldi byrja klokkan 14.30, men byrjaði ikki fyrr enn stutt fyri klokkan trý.
Fjølmiðlarnir vóru sjálvsagt til staðar, men hesir vórðu koyrdir á dyr, tá fundurin byrjaði.
Løgreglan ynskir at leingja varðhaldsfongslingina av manninum og tað er hetta, sum Føroya Rættur skal taka støðu til í dag.
Í gjár boðaði løgreglan annars frá, at tey høvdu funnið blóðrestir, sum stava frá Pidda Hansen, í Norðoyatunlinum. Hetta er eitt nýtt stig í málinum, men annars er løgreglan ógvuliga fáorðað viðvíðkjandi upplýsingum til almenningin. Hinvegin ynskir løgreglan sjálv framvegis at fáa upplýsingar frá fólki, sum halda seg vita okkurt, ið kann hjálpa teimum í málinum.










