Summarsalat við mildari pesto
(4 persónar)
2 bundi av rucolasalati
1 nevi av pinjukjarnum
Parmesanostur í flykrum
Pesto:
1 hvítleyksbátur
1/2 bundi av basilikum
2 spsk. av nypressaðari sitrónsaft
1/2 dl av pinjukjarnum
25 g av parmesanosti
Góð olivenolja
Hvirla hvítleyk, basilikumbløð og eitt sindur av olju. Rør pinjukjarnur og ost í og so mikið av olju, at tað verður hóskandi tjúkt. Smakka til við salti, pipari og sitrónsaft. Vaska salatið, og pinjukjarnurnar verða snerktar á turrari pannu. Legg salatið á eitt fat og koyr pesto á. Stroy ristaðar pinjukjarnur og parmesanostur í flykrum á.
Bruschetta
(4 persónar)
4 tomatir
1 bundi av basilikum
1 spsk. av olivenolju
4-8 flísar av ljósum breyði
1 hvítleyksbátur
Salt og pipar
Sker tomatirnar smátt og vend teimum í olivenolju, salti, pipari og 2-3 spsk. av smátt skornum basilikum. Rista breyðflísarnar á breyðristara. Smyr flísarnar eitt sindur við einum avskornum hvítleyksbáti og koyr síðani tomat á.
Kinakálsalat við appilsin
1 kinakál
4 appilsinir
100 g av valnøtum
4 dl av súrróma, 18%
2 spsk. av flótandi akasiuhunangi
Sker kinakálið í tunnar strimlar. Flys appilsinirnar, sker tær í helvt og síðan í tunnar flísar. Rør súrróman væl upp í hunangin, blanda alt saman og stroy valnøtir omaná.
Súrepla- og pastinakkslaw
150 g av vatnrunnum jogurti, 10%
1 spsk. av sitrónsaft
1 tsk. av sukri
1 rivin hvítleyksbátur
30 g av rivnum ingeferi
3 pastinakkrøtur
1 súrepli, skorið í tunnar bátar
50 g av smátt skornum, lætt ristaðum heslinøtum
Salt
Blanda jogurt, sitrónsaft, sukur og hvítleyk og smakka til við ingeferi og salti. Flys pastinakkrøturnar, rív tær fínt og rør upp í dressingin saman við súreplabátum og heslinøtum.