Lættur GÍ-sigur á máttleysum grannum

Fótbóltur: Sámal Joensen vísti stórspæl og var við í øllum teimum fýra málunum

Ofta verður tikið til, at grannauppgerðir eru tættar og javnar. Soleiðis kann ikki sigast um tað, sum gekk fyri seg á vøllinum, tá gøtumenn við fylgi vóru innanfyri Varmakeldueið sunnudagin.

Kanska royndu fuglfirðingar at stríðast, men sjálvt um gøtumenn hava havt eitt kappingarár, sum als ikki hevur staðið mát við hini í níti árunum, so vóru teir so greitt omaná móti ÍF, at tað var onga løtu ivi um, hvagar stigini skuldu enda. Spurningurin var bara, hvussu mong mál teir fóru at gera. ÍF, ið umskipaði liðið ofta og nógv sum dysturin leið, hevði eina ferð bóltin á tvørtrænum. Ta ferðina sá Sunvard Joensen út til at hava tak á støðuni, og hann fekk onga aðra ferðina loyvi at royna seg, tí fuglfirðingar høvdu onga rættuliga roynd móti málinum.


Sámal væl fyri

Tað gingu 16 minuttir áðrenn hol kom á. Í útgangsstøðuni var Símun Petur Justinussen aftastur í miðverjuni, men ta uppgávuna kundi hann taka lættliga. Hann spældi bara 22 minuttir, so noyddist hann at taka seg burturúr, tí hann var skaddur, men seks minuttir frammanundan útskiftingini hevði hann skorað eitt fínt mál.

Sámal Joensen, landsliðsmaðurin, sum rættuliga er komin fyri seg eftir skaðan, ið helt honum burtur frá landsliðnum, tá teir spældu móti Kekkia, var saman við hinum landsliðsmonnunum hjá GÍ, Henningi og Magna Jarnskor, sera eyðsýndur.

Í útgangsstøðuni vóru teir báðir, Sámal og Henning, á toppinum. Teir reikaðu nógv, Henning skoraði eitt mál, og Sámal skoraði tvey og var við í uppspælinum til hini bæði.

1-0 málið skoraði Símun Petur við langskoti eftir uppspæl í høgru. Sámal Joensen hevði næstsíðsta fótin á.

Tað bleiv 2-0, tá 29 minuttir vóru farnir. Sámal Joensen sendi innfyri úr høgru, bólturin tók í samankomingina, og Henning Jarnskor rann hann í málið.

Tað var ikki serliga spennandi og tískil leingi eitt sindur deydligt í seinna umfarinum, og tað var ikki frítt, at hugurin hjá áskoðarunum stóð meiri til útvarpslurtini og gongdina í Klaksvík, men tá tað restaði eitt korter, skoraði GÍ aftur, og seks minuttir seinni slerdu teir sigurin fastan.

Pól Ennigarð, sum hevur spælt seg upp at vera so mikið góður, at tað er upplagt, at hann aftur verður við í stóru kappingini um miðverjuplássini á landsliðnum (tað kom illa við hjá GÍ, at hann noyddist at fara út við skaða, eftir at brotsspark var gjørt móti honum, og tað restaðu ellivu minuttir), mundi ikki kenna verjuskyldurnar serliga tyngjandi hesa ferð. Hann var ofta frammi við, og í uppspælinum til 3-0 málið var tað hann, sum legði innfyri, og Sámal Joensen drønstútaði í kassan.

Tað var eisini Sámal Joensen, sum skoraði til 4-0. Pól Ennigarð fór ígjøgnum verjuna og varð feldur, og landsliðsmaðurin var tryggur móti Erlingi Joensen.


Framtíðarvánirnar

eru ymiskar

Fuglfirðingar skulu til Vágs komandi vikuskifti, áðrenn teir í síðsta umfarinum fara at taka móti HB, sum ivaleyst verður FM vinnari undan dystinum.

Fyri fuglfirðingar kemur tað væl við, at tað gongst so avbera illa at vinna hjá TB og Sumba. Tað fer ivaleyst at bjarga ÍF eitt ár afturat í 1. deild, men spurningurin er, hvussu tað fer at vera í framtíðini. Sum á mest sum hvørjum ári hava teir eisini í ár havt unglingalið, og tað verður kanska eitt sindur av tilgongd fyri teir, ið fara at eldast ? eitt nú hevur unglingaspælarin Viggo Johannesen verið raskur í miðverjuni, nú Piotr Krakowski hevur givið honum møguleikan í staðin fyri at spæla við sjálvur ? men um vit líta at endaspælunum, sum hesi seinastu vikuskiftini hava verið í yngru deildunum, so er sera soltið hjá ÍF.

Um vit meta út frá støddini á kommununum, so áttu gøtumenn at havt torførari at manna lið enn grannarnir í Fuglafirði, men í Gøtu sær tað út til at blóma, t.d. var GÍ seinnapartin í gjár annað av finaluliðunum í unglingadeildini.