Longu eftir 13 minuttum legði Chelsea seg á odda móti Bolton, og so var linjan løgd.
Við einum góðum skoti, har bólturin breyt kósina legði Drogba meistararnar á odda, og Malouda økti frá ógvuliga spískum vinkli.
Í seinna hálvleiki skoraði Anelka til 3-0, áðrenn Ramirez við sínum fyrsta Chelsea máli sló sigurin fastan. Við sigrinum sær út til, at Chelsea er komið aftur á røttu kós, spurningurin er bara um tað ikki er ov seint.