Lættkeypt førleikamenning á Heilsuskúla Føroya?

- Ætlaða 4-dagaskeiðið á Heilsuskúla Føroya gevur ikki ófaklærdum prógv, ei heldur hægri løn, og skeiðið samsvarar ikki endamáli skúlans.

 

 

“Øll kunnu arbeiða við eldrarøkt. Tað er ikki neyðugt at hava útbúgving fyri at gera tað".

Hetta tykist vera boðskapurin, nú Heilsuskúli Føroya saman við arbeiðsplássum í eldrarøkt skipar fyri skeiði á Heilsuskúlanum fyri ófaklærdum starvsfólkum.

Sum vit síggja tað, er hetta at máa støðið undan heilsuútbúgvingunum.

Okkara limir gjørdust bilsnir av uppsløgum, sum í desember 2019 komu upp at hanga á arbeiðsplássum kring landið, har eitt 4-daga skeið varð boðið út, og vendu sær til feløgini fyri at gera vart við sína ónøgd.

Heilsuskúli Føroya hevur eittans endamál, og tað er at útbúgva fólk til heilsuhjálpara, heilsurøktara og praktikvegleiðara, umframt at skipa fyri førleikagevandi skeiðum til fólk, sum longu hava útbúgving fyri at hesi ikki skulu missa sínar førleikar, men fáa ment teir.

Men, nú hendir tað, at Heilsuskúlin og eldrasamstørvini bjóða skeið út til ófaklærd í røktini um grundleggjandi røkt og samskifti, sum skal fara fram á Heilsuskúla Føroya í februar 2020.

Umboðandi avvarðandi yrkisfeløg fyri útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum standa vit spyrjandi. Hvat er endamálið við hesum skeiði, har undirvíst verður ein dag um vikuna í fýra vikur í tilsamans 20 tímar. Hvørjar førleikar gevur hetta skeiðsluttakarunum? Tey fáa hvørki prógv ella hægri løn, og skeiðið samsvarar ikki endamálinum hjá skúlanum. 

Vit fegnast sjálvandi sum feløg um, at ófaklærd starvsfólk fáa bjóðað skeið, men tað skal ikki vera Heilsuskúli Føroya ið stendur fyri hesum skeiðum, hinvegin er tað ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum, at læra upp og førleikamenna hesi. 

Upprunaliga var ætlanin, at Heilsuskúlin umframt at útbúgva heilsuhjálpara- og heilsurøktaranæmingar, eisini skuldi veita skeið til framhaldandi førleikamenning av yrkisbólkunum. Hetta bleiv kortini ongantíð veruleiki, tí skúlin hevur ikki orku til tess. Í staðin hava feløgini í ávísan mun boðið skeið út til sínar limir.

Vit síggja ongastaðni í lógini um heilsuútbúgvingarnar, at skúlin hevur til uppgávu at skipa fyri skeiðum fyri ófaklærd starvsfólk. Hetta hevur heldur ikki verið til ummælis í Útbúgvingarráðnum fyri heilsuútbúgvingarnar, sum hevði seinasta fund sín í oktober í 2018, hóast tað greitt stendur í kunngerðini, at formaðurin skal kalla inn til fund eftir tørvi og í minsta lagi tvær ferðir um árið.

Alt virksemið rundan um útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum skal leggjast fyri Útbúgvingarráðið, áðrenn tað verður sett í verk. 

Vit meta, at skúlin og eldraøkini við hesum arbeiða ímóti sær sjálvum - at tey í veruleikanum ikki virða tey fakini, tey umboða. Tí, hvat er nú endamálið við skúlanum og útbúgvingunum? Hvat eru tað fyri tænastur vit vilja bjóða okkara eldri borgarum? Er hetta ikki at venda aftur til støðuna, sum hon var, áðrenn útbúgvingarnar komu, har fólk arbeiddu í eldrarøkt uttan at hava fakligan førleika, men fingu nøkur skeið, sum gjørdi tey betri fyri til at gera sítt arbeiði? 

Tá arbeiðsplássini og skúlin á hendan hátt bjóða eitt stutt skeið út til tey ófaklærdu starvsfólkini, sum hvørki gevur teimum meira upplæring enn tey eiga at fáa á arbeiðsplássinum ella nakra lønarhækkan, er tað ikki nøktandi. Tey fáa ikki so frægt sum eina førleikaviðbót fyri skeiðið, tí til tað er tímatalið alt ov lítið.

Sjálvandi skulu arbeiðsplássini upplæra ófaklærd starvsfólk á staðnum. Tey hava eina ábyrgd fyri, at góðskustigið á tænastunum er høgt. Tí er neyðugt, at tað er ein meiriluti av faklærdum starvsfólkum. Betri var, at tey eggjaðu starvsfólkunum til at nema sær eina av heilsuútbúgvingunum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum