Svimjing
– At vera formaður í einum felag sum Suðuroyar Svimjifelag, er ein kapprenning um pengar hvønn einasta dag, fyri at fáa tað at mala runt. Tí eru vit sera takksom fyri, at P/f Leif Mohr stuðlar Páli í hesum, sigur Marlon Kjærbo, sum nýliga er blivin formaður í Suðuroyar Svimjifelag.
– Hetta ger, at vit kanska kunnu taka tað eitt sindur meira róligt, tá tað snýr seg um at renna eftir pengum. Men tá tú sært hesi ungu í hylinum og tað arbeiði, tey leggja í tað, so hugsar tú, at tað er alt stríðið vert.
Marlon sigur, at tað hevur verið ein trupulleiki, at felagið bara hevur havt ein venjara, Jón Bjarnason, ið haraftrat hevur verið nógv burturi við Páli. Men nú felagið hevur fingið ein venjara aftrat, Sheilu millum Garðarnar, er tað blivið nógv meira sum ein eind.
– Tað er ein stór avbjóðing fyri felagið, at vit hava nógvar og góðar svimjarar – og so eina stjørnu. Veruleikin er, at vit hava ringt við at fylgja við Páli, tí hann er blivin so mikið stórur. Men samstundis er tað ein gularót fyri hinar ungu svimjararnar hjá okkum, at vit hava hann í felagnum, sigur Marlon Kjærbo.
– Tá vant verður, svimur hann í eini geil fyri seg sjálvan, og so venja hini við síðuna av. Eg haldi, at tað hevur hjálpt fleiri av hinum, sum eru á veg, at tey kunnu síggja upp til hann.