Lættir trýstið á læknar í Suðuroy

Stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsið er sera væl nøgdur við semjuna, sum varð gjørdur við heilsumálaráðið í gjárkvøldið um læknaviðurskiftini í oynni

Tað staðfestir hann eftir fundirnar við Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum í allan gjár um læknaligu støðuna í oynni.

Hann sigur, at landssýrismaðurin gekk at kalla øllum ynskjum frá Suðuroyingum á møti.


Hjálparlæknar lætta trýstið

Semjan, sum varð gjørd í gjárkvøldið um heilsutænastuna í Suðuroy í gjárkvøldið, ber í sær, at hjálparlæknaskipan verður sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Umframt at taka sær av hjálparlækna uppgávum á sjúkrahúsunum fyri at lætta um hjá serlæknunum, skulu teir eisini hava skaðastovuvakt eftir vanliga arbeiðstíð. Hetta er arbeiði, sum kommunulæknarnir í Suðuroy annars hava røkt.

Harafturat skal Suðuroyggin í vár knýtast upp í læknavaktina á meginøkinum, men við kommunulæknunum sum bakvakt.

- Alt hetta fer at lætta munandi um trýstið á kommunulæknarnar í Suðuroy, tí fyri tað fyrsta taka hjálparlæknarnir sær av skaðastovuvirkseminum og annars verða helvtin av øllumviðtalum uttanfyri vanliga viðtalutíð, avgreiðast umvegis telefonina, sigur Aksel V. Johannesen.


Fáa narkosulækna

Aksel V. Johannesen hevur eisini bundið seg til at gera eina ætlan fyri, hvussu Suðuroyar Sjúkrahús eisini fær atgongd til ein narkosulækna. Hendan ætlanin skal vera klár fyri 1. juni og hon skal vera eitt lið í samstarvsavtaluni, sum akkurát nú er gjørd ímillum tey trý sjúkrahúsini.

Longu í hesum mánaðinum skulu stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum hittast at tosa um málið og síðani skal heilsumálaráðið gera eina avtalu við narkosuøkið á landssjúkrahúsinum og aðrar avvarandi partar um, hvussu tað skal skipast og fíggjast.

- Vit vænta, at tá ið heystið kemur hava vit sett allar tættirnar í ætlanini í verk, so at vit hava framtíðartryggjað heilsutænastuna í Suðuroy, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann leggur afturat, at hendan ætlanin er løgd í semju við læknarnar í Suðuroy og hetta er sostatt ein ætlan, sum teir taka undir við.

Landsstýrismaðurin sigur, at tilsamans er hetta ein ætlan, sum kostar landskassanum tvær milliónir um árið.

Men ein partur av útreiðslunum skulu finnast við at spardum útreiðslum til kommunulæknarnar við tað, at teir fáa minni at gera.

Aksel V. Johannesen sigur, at hetta er loysnin sum læknarnir í Suðuroy sóknaðist eftir.

Og hann leggur afturat, at hann hevur fingið at vita, at hendan avtalan hevur eisini fingið læknar, sum hava himprast við at starvast í Suðuroy, til at umhugsa støðuna av nýggjum, tí teir eru rættiliga væl nøgdir.

Les eisini greinina: Patriotur úr Klaksvík loysti stóran trupulleika í Suðuroy og greinina: Undir stórum trýsti