Lætti í HB: Leikbannið hjá Troest stytt

Aganevndin hevur stytt leikbannið hjá Jóhan Troest Davidsen

Havnar Bóltfelag hevur í dag fingið at vita, at leikbannið hjá Jóhan Troest Davidsen eftir steypadystin móti B36 er stytt úr seks dystum niður í fýra dystir. Liðskiparin hjá HB kann tí sppæla aftur í 14. umfari, tá HB er á vitjan í Trongisvági.

 

Les eisini: Óvanliga langt leikbann til Troest

 

Jóhan Troest Davidsen, sum byrjaði inni fyri føroyska landsliðið í gjár, fekk upprunaliga seks dystir leikbann, fyri at trýsta peikifingur í andlitið á dómaranum, eftir at seinna hálvfinalan í steypakappingini millum HB og B36 var liðugt.

 

Les eisini: Eg havi dummað meg

 

HB boðaði frá, at felagið fór at kæra dómin. Nú er aganevndin komin fram til, at leikbannið skal styttast úr seks dystum niður í fýra. Liðskiparin hjá HB hevur sitið uttanfyri móti ÍF og 07 Vestur. Nú skal hann eisini sita yvir móti B36 mikukvøldið og síðani í heimadystinum móti Skála.