Vanligir bilar skulu nú til brúka lættari píkar. Frá mars 2006 verður ikki loyvt at marknaðarføra píkar, sum ikki eru í samsvar við nýggju reglarnar, og frá oktober 2007 verður ikki loyvt at innflyta teir.
Bjarni Djurholm landsstýrismaður sigur, at endamálið við kunngerðini er at minka um slitið á vegunum uttan at slaka upp á trygdina.
Nýggja kunngerðin verður lýst í komandi viku.