Hvar skulu vit gera ein innsats, tá vit ongan møguleika hava til at náa ta heilt stóru reingerðina?
Prei:
Byrja við støvinum, og savna teg um tað, sum sæst. Einki við at hála sofur og diskar út frá - nei, tak eftir listum, vindeygakarmum og yvirfladum, sum síggjast væl. Hampa púturnar og lufta út.
Prei:
Skúgvað órudd inn í skáp, skuffur ella inn í eitt kamar. Er tað óruddiligt, er skjótt til, at gestirnir eisini halda tað vera skitið.
Prei:
Baðirúmið skal vera reint, har kanst tú ikki leypa um, har garðurin er lægstur. Skift handklæði, tak eftir gólvinum og pussa speglini. Wc skal vera skínandi reint og anga væl.
Prei:
Køkurin er sentrum jólaaftan, tí maturin hevur so sera nógv av siga. Har er loyvt at hava »aktivt órudd« - órudd, sum verður brúkt t.d. til matgerð. Men minst til at skifta handklæðið, viskustykkið og lappan.
-----
Jólagreytur
Jólaaftan er ikki rættiliga jólaaftan, um tú ikki hevur rís a la mandel. Men tað tekur langa tíð kóka greytin, og tú mást standa við grýtuna og røra alla tíðina, um greyturin ikki skal brenna í botn.
Prei: Tað er nógv lættari, um rísini verða kókað í kókiposa, tí so sleppur tú undan at røra allatíðina. Keyp kókiposar, stoyt greytrísini í hann, bint fyri og lat kóka. Tá rísini skulu brúkast, kanst tú skilja tey sundur við at píska tey lættliga við einum el-pískara, áðrenn tey verða blandað við pískaða rómanum.
-------
Nýbakaðar køkur
Desember er ein mánaður, har vit skulu náa eina rúgvu. Av tí, at tíðin ikki strekkir til alt, má okkurt víkja.
Ert tú ikki komin til obligatoriska jólabaksturin enn, so er ikki at fella í fátt. Hóast tað er vorðið 23. desember ber væl til at fáa húsið at anga av nýbakaðum smákøkum.
Prei: Keyp smákøkur, tendra ovnin og legg køkurnar á eina bakiplátu. Set plátuna inn í ovnin og eftir stuttari løtu angar jólaligt av nýbakaðum køkum.
---------
Jóladøgverðin
Tað kann vera ein stór avbjóðing at gera jóladøgverðan. Einki má kiksa, og serliga um tað koma nógvir gestir, kann trýstið vera stórt.
Prei: Men tað er eingin orsøk at stressa um jólamatin, tí nógv kann gerast klárt í góðari tíð. Jólagreyturin kann gerast klárur og eplini kunnu flysast dagin fyri. Sósin kann gerast hálvliðug dagin fyri, og tá gásin ella dunnan er stokt, kanst tú hita sósina uppaftur og smakka hana til við steikisoðnum.
Prei: Jólaaftan er heldur eingin orsøk at stressa, um tú bert ert í góðari tíð. Set fuglin í ovnin tíðliga á degnum og langtíðarsteik við lágum hita. Tað gevur tær frí frá matgerðini, meðan angin av jólum spakuliga breiðir seg. So er bara eftir at kóka og brúnka epli beint áðrenn farið verður til borðs.
Prei: Til ber eisini at keypa lidnan mat, um tú vilt sleppa undan at gera matin.
-------
Rastleys børn
Børnini verða mangan heilt óstýrilig jólaaftan, tí tey eru rastleys og tíðin fellur teimum long. Tey eru mestsum dopað av sukri og góðgæti, og tað er sum viður á bálið, tá tey eisini eru spent eftir gávunum.
Prei: Gev barninum eina gávu um morgunin ella tíðliga seinnapartin - ein gávu, sum tú veist, at tað kann fáa tíðina at ganga við, t.d. onkra góða leiku ella ein stuttligan film.