Lættari hjá Rúsuni at vera partafelag

- Verður Rúsan alment partafelag, fer tað at geva okkum heilt aðrar møguleikar at leggja virksemið til rættis.

Tað sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni.

Hon tekur undir við tankanum um, at Rúsan verður alment partafelag.

Sum støðan er nú, má virksemið hjá Rúsuni leggjast frá ári til ár.

- Vit hava krav um, at Rúsan skal geva eitt ávíst avlop í landskassan. Tá ið vit so leggja okkara virksemi til rættis, mugu vit fyrst og fremst hugsa um avlopið til landskassan.

Síðani skal tað burtur av, sum vit keypa vørur fyri og tað, sum handlarnir kosta í lønum og øðrum rakstri.

Tað, sum síðani er eftir er tað, sum Rúsan annars hevur at arbeiða við.

Tað ger, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv vit hava at arbeiða við hvørt ár.

Harafturat er kravið, at frávikið í avlopinum skal ikki vera meiri enn 1%.

- Tað merkir, at vit kunnu ikki hava eitt frávik upp á meiri enn 120.000 krónur um árið av eini sølu upp á 140 milliónir, so tað er ein hárfín javnvág, sum krøvini eru nú.

Ein avleiðing av hesum er, at tað tók okkum trý ár at gera handilin í Saltangará lidnan og tað er ikki vist, at tað er bíligari at gera arbeiðið í bitum.

Hetta er neyvan ein skilagóður máti at umsita landsins ognir upp á.

Verða vit eitt alment partafelag, fer tað at geva okkum fríari ræsir at gera langtíðarætlanir.

Annars verður endamálið við Rúsuni óbroytt, hóast hon verður eitt alment partafelag.

- Endamálið kann framvegis vera at tálma nýtsluna, men tað veldst eisini um, hvat nevndin fyri partafelagnum hevði sett sær fyri tænastuna.

Hevði úrvalið verið øðrvísi, enn tað er í dag?

- Tað kundi tað saktans við størri úrvalið, sum vit ikki hava møguleika fyri í dag, tí vit hava ikki hyllapláss og goymslupláss, men verða vit eitt alment partafelag, so at vit kunnu leggja langtíðarætlanir, fáa vit betri møguleika at byggja út.

Einaferð var alment frammi at politikarar løgdu upp í, tá ið Rúsan fór at selja alko pops, so tað varð tikið av aftur hyllunum. Er tað ynskiligt at sleppa undan slíkum upp íleggingum

- Eg haldi ikki, at politikarar skulu leggja seg út í úrvalið. Vilja politikarar at tálma nýtsluni, hava teir møguleika at ávirka prísin og hvussu lætt tað er at fáa fatur á.

Høvdu tit so kanska fingið alko pops aftur, um so var, at Rúsan verður alment partafelag?

- Tað dugi eg ikki at siga, men skal alternativið vera at fara frá alko pops, sum er 5%, til sterkt rúsdrekka, er tað ein spurningur um ikki tað veikara alko pops er ein tálming í sær sjálvum, tí tey sterkari sløgini kunnu eisini blandast niður, sigur Elsa Maria Olsen.