Tað eigur at vera nógv lættari hjá fólki á bygd at keypa sær nýggjan bil.
Tað heldur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Og nú spyr hann Henrik Old, landsstýrismann á økinum, hvat hann ætlar at gera við tað. Og tað fer Henrik Old so at greiða frá um nakrar dagar.
Tað, Bjørn Kalsø hugsar um, er at tað skal vera lættari at fáa fatur á nummarplátum til nýggjar bilar.
- Tað skerst ikki burtur, at umstøðurnar at selja og ogna sær nýggjan bil á bygd eru nógv verri enn í høvuðsstaðnum, sigur løgtingsmaðurin
Hann sigur, at hetta kemst av, at Akstovan, sum umsitur nummarplátur, er í Havn.
- Hvørja ferð ein nýggjur bilur verður seldur, skal hann á Akstovuna, áðrenn nummarplátan verður latið nýggja eigaranum.
- Avleiðingin av skipanini, sum hon er nú, er, at tað er tvørligt at selja bygdafólki bilar. Avleiðingin er eisini, at tað er tvørligt hjá bygdafólki at keypa sær nýggjan bil, tí tað tekur mangan langa tíð at fáa bilin skrásettan, sigur Bjørn Kalsø.
- Fert ein suðuroyingur til Havnar at keypa bil, fær hann ikki bilin suður fyrr enn nakrar dagar seinni.
Bjørn Kalsø vísir á, at Akstovan letur aftur klokkan 15 yrkadagar, og er ikki opin í vikuskiftinum. Harumframt er skipanin tung at umsita, bæði hjá Akstovuni sjálvari og hjá bilasølunum.
- Í øðrum londum umsita bilasølur sjálvar skipanina við nummarplátum, staðfestir Bjørn Kalsø og tí vil hann nú hava at vita frá Henriki Old, sum hetta eisini fer at verða soleiðis í Føroyum