Lættari at sleppa undan forfylging

Nú fáa vit eina nýggja lóg, sum ger tað lættari at verja fólk ímóti at verða forfylgd av øðrum

Nú fáa vit eina lóg, sum fer at gera tað munandi lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd, sum er føroyska orðið fyri tað enska, stalking.

 

Ein lóg er smíðað, og hon er nú send avvarðandi pørtum til hoyringar, og endamálið er, at hon skal koma í gildi á nýggjárinum

 

Í hesum sambandi skal heimildin víðkast at geva fólki tilhald, ella forboð fyri at seta seg í samband við ávís fólk, eisini munnligt og skrivligt, og somuleiðis eisini í telefon, sms, teldubrævi og á Facebook, ella øðrum, talgildum miðlum.

 

Tilhald kann verða givið, har grundaður illgruni er um, at ein persónur hevur volt øðrum persóni ónáðir við at forfylgja ella órógva viðkomandi, ella um mett verður, at hann fer at volda viðkomandi ónáðir.

 

Tað skal eisini bera til at geva einum persóni forboð fyri at uppihalda sær, ella ferðast á einum ávísum øki, sum er við bústað, arbeiðspláss, útbúgvingarstað, ella tilhaldsstað, hjá einum øðrum persóni ella har har ein annar persónur ofta ferðast.

 

Og at enda skal tað bera til at geva einum persóni yvir 18 ár beinleiðis forboð fyri at uppihalda sær í sínum egna heimi í fýra vikur, tá ið hann er ger seg grovliga inn á hini húsfólkini, ella tá ið vandi er fyri, at hann fer at gera seg inn á húsfólkið.

 

Løgreglan hevur upplýst, at hesi seinastu fimm árini frá 2011 til 2015, hevur løgreglan annars fingið 49 umbønir um tilhald, og í hesum sama tíðarskeiði eru treytirnar um tilhald brotnar 33 ferðir.

 

Tilhald vanligast í málum, har trupulleikar eru millum hjúnafelagar ella sambúgvar í samband við hjúnarskilnað, og har partarnir sita illa um sátt aftaná.