Lættari at skifta felag

Tá reglurnar um flytingarvindeyga vórðu samtyktar, fingu hesar gildið fyri allar deildir. Ætlanin var kanska fyrst og fremst, at hesar skuldu fevna um fremstu deildirnar, har bindingin millum spælarar og feløg ofta er av peningaligum slag

Hinvegin hevur reglan eisini viðført, at spælarar frá Formula-deildini og niður til triðju deild eisini hava verið bundnir av regluni. Og fyrisitingarliga orkan í feløgunum er sjáldan til eisini at eftirkanna loyvini í hesum deildum. Frá FSF er hugsjónin, at flest møguligir spælarar skulu hava møguleika at spæla. Í fjør gav Kappingarnevndin eisini fleiri undantøk til spælarar í 3. deild. Men við nýggju reglunum verður altso lættari hjá spælarum at skifta til tað felag, har ætlanin er at spæla dystir. Broytingin, sum fyrts og fremst er ætlað lægstu vaksnamannadeildini, varð samtykt við 13 atkvøðum. 12 vóru neyðugar, skuldi uppskotið vinna frama.