Alt bendir á, at nýggi bygnaðurin í stovninum fyri norðurlendskt mentanarsamstarv, Kulturkontakt Nord, hevur stimbrað hugin hjá listafólki at søkja stuðul úr stovninum. Bara higatil í ár eru heilar 335 umsóknir komnar inn í mun til 706 umsóknir alt árið í fjør. Og enn eru fleiri umsøknarumfør eftir at troyta restina av árinum.
Meir opin stovnur
Tað var eisini millum annað fyri at lætta um mannagongdina at søkja stuðul, at stovnurin var umskipaður fyri tveimum árum síðani. Undir gomlu skipanini skuldu umsøkjarar søkja stuðul úr ymsum grunnum, sum umboðaðu hvør sína listagrein. Hetta gjørdi ofta umsitingina óneyðuga tunga og dýra. Í dag verður søkt um stuðul í tráð við verkætlan, heldur enn listagrein, umframt at alt fer fram umvegis internetið.
- Hetta ein roynd at skapa meir opinleika kring stovnin og harvið gera tað meir lokkandi hjá listafólki at venda sær til okkara við sínum verkætlanum og hugskotum, sigur Bergljót Jónsdóttir, stjóri á Kulturkontakt Nord.
Fyri at gera frástøðuna millum Kulturkontakt Nord og einstøku listafólkini enn minni eru eisini verkætlanarleiðarar settir sum umboð fyri stovnin í teimum ymsu Norðurlondunum. Verkætlanarleiðari í Føroyum er Urd Johannesen.
- Mín uppgáva er millum annað at kunna listafólk í Føroyum um teir ymsu stuðulsmøguleikarnar og vegleiða tey, tá tey ætla at senad umsóknir inn, sigur Urd Johannesen, sum heldur, at tørvurin á einum slíkum millumliði kanska er serliga stórur í Føroyum.
- Føroysk listafólk eru ikki skipað undir stovnum og feløgum, sum tey ofta eru aðrastaðni. Í Føroyum arbeiða listafólk ofta meir einsæris og spjadd, og tað setir onnur krøv til kunningarhættir, sigur Urd Johannesen, sum tískil ofta fer út til ymsu listafeløgini, tá ymiskt nýtt er at frætta innan eitt nú stuðulsmøguleikar og tíðarfreistir.
FAKTA
Kulturkontakt Nord
Kulturkontakt Nord er nýggjur stovnur undir Norðurlandaráðnum og var stovnsettur í januar 2007.
Kulturkontakt Nord hevur til uppgávu at umsita, kunna og samskipa norðurlendska mentanarsamstarvið.
Stjóri á nýggja stovninum er íslendska Bergljot Jónsdóttir.
Norðurlandahúsini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi og norðurlendsku mentastovnarnir í Ålandi og Finnlandi fingið til uppgávu at virka sum kunningarlið fyri listafólk og fyriskiparar.
Kontaktpersónur í Norðurlandahúsinum í Føroyum er Urd Johannesen
Stuðulsskipanir
Í mai 2007 byrjaði Kulturkontakt Nord sítt virksemi at taka ímóti umsóknum til nýggju stuðulsskipaninar.
Stuðul verður veittur innan innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) og búdeplar; mentan og list; og telduspøl.