Lættari at roykja í Kastrup

Størsti flogvøllurin í Norðurlondum skapar nú nýggjar nýggjar møguleikar hjá fólki at roykja á flogvøllinum.

Flogvøllurin í Kastrup, sum í fjør hevði meira enn 23 milliónir ferðandi, byggir nú nýggja roykjaraterassu, sum skal standa liðug í juli mánaði.

- Allir terminalar á flogvøllinum verða framhaldandi roykfríir, men tað er eitt faktum, at fjórði hvør ferðandi gjarna vil roykja, tá teir eru á flogvøllinum, og tí byggja vit hesa terassuna, sigur Carsten Nørland, marknaðarstjóri í Københavns Lufthavn.

Roykjararnir fáa 120 fermetrar í tveimum hæddum at ráða yvir, og sambært marknaðarstjóranum snýr tað seg eisini um at verða við í kappingini um ferðandi.

- Alt fleiri ferðandi hugsa um møguleikan at roykja, tá ið tey ferðast, og skal okkara flogvøllur verða kappingarførur, mugu vit eisini geva okkara roykjandi ferðafólki møguleikan at roykja uttan at tað órógvur onnur fólk, sigur Carsten Nørland.