Lættari at marknaðarføra Eikina

Á tíðindafundi í morgun greiddi forstjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen, í stuttum frá Føroya Sparikassa upp í gjøgnum tíðirnar, samstundis sum hann vísti á, at ein røð av útlendskum sparikassum og bankum hava skift navn seinastu árini

Navnaskifti

Forstjórin vísti á ymiskar fyrimunir við nýggja navninum, og felags fyri hesar er, at tað verður lættari at marknaðarføra samtakið við nýggja navninum, Eik Banki.
- Fyritøkan er ein nútímans fíggjarfyritøka og ikki longur ein sparikassi. Dóttirfeløg fáa illa brúkt gamla navnið, og nýggja navnið hóskar væl í altjóða samanhangi.

Øll fegnast
Eins og Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður og Ólavur Jensen á marknaðardeildini, segði Marner seg fegnast um nýggja navnið, búmerkið og visuella samleikan, sum samtakið nú hevur fingið.
- Árini frá stovnan í 1832 til umleið 1955 hevði fyritøkan einki búmerki. Fyrsta búmerkið kom miðskeiðis í fimtiárunum. Hetta var ein avlangur skjøldur við einum føroyakorti og navninum, Færø Amts Sparekasse.
Marner segði, at í 1957 var eikin fyrstu ferð at síggja í einum minningarriti og sum frá leið, trokaði hon skaldramerkið burtur.
- Navnið Føroya Sparikassi varð tikið í nýtslu í 1963, men í 1994 varð búmerkið aftur broytt. Tá fingu vit eikina, soleiðis sum vit kenna hana í dag.
Hann segði, at í 2002 varð navnið á fyritøkuni broytt til P/F Føroya Sparikassi.

Broytta virksemið
Forstjórin greiddi eisini frá gongdini hjá Føroya Sparikassa seinastu árini.
Hann ásannaði, at talan hevur verið um stórar broytingartíðir.
- Vit hava verið í øktari kapping, og nógv ferð hevur verið á virkseminum, sum seinastu árini hevur verið fyri stórum vøkstri.
Marner Jacobsen nam síðan við nøkur "týðandi fakta", sum hann tók til í síni framløgu á tíðindafundinum í morgun.
- Sparikassin varð fevndur av banka-og sparikassalógini í 1994, P/F Inni varð stovnað í 1998, í 2000 gjørdi felagið íløgur í Kaupthing FR og í Íslandi, í 2001 íløgur í Kaupthing Bank í Danmark – og í 2002 var Føroya Sparikassi umskipaður til partafelag.
Hann segði, at fyritøkan byrjaði at gera íløgur í Spron í Íslandi við ársenda í 2004, og 1. januar 2005 varð Eik Bank í Danmark keyptur.
At enda nevndi hann Realkreditt í november 2005 og íløgu í Ejendomsvækst í mai 2006.

Framtíðarætlanir
Marner Jacobsen nam eisini við strategi og framtíðarætlanir hjá Eik Banka í framtíðini.
Hann segði, at samtakið í enn størri mun enn higartil fer at váðaspjaða virksemi, og somuleiðis fer fyritøkan framhaldandi at effektivisera, automatisera og differentiera.
- Vit leggja stóran dent á at seta røttu fólkini í starv, og vit leggja stóran dent á útbúgving, eisini av næmingum.
Marner Jacobsen segði, at Eik Banki fer at styrkja uppaftur meira um vøruútboðið, eins og samtakið ætlar at veksa enn meira um virksemið uttanlands við eitt nú øktum virksemi í teimum londum, har fyritøkan longu er virkin.
- Vit hyggja eisini at nýggjum møguleikum aðrastaðni, segði forstjórin í Eik Banka, sum helt, at nýggja navnið eisini fer at lætta um hjá starvsfólkum bankans í samskiftinum úteftir – við verandi og nýggj sambond.