Lættari at lata pappírposan til IRF

IRF hevur fingið nýggjar bilar at heinta ruskposar frá húsarhaldum. Bilarnir hava tvey lastarrúm og kunnu tí taka hvíta posa og gráa posa samstundis.

Seinastu 10 árini hevur IRF heintað posa til pappír frá húsarhaldum í limakommununum. Hetta hevur verið gjørt við at hava ein serstakan bil, sum hevur skift ímillum ruturnar, at heinta posan til pappír. Hesi árini hava øll húski fingið ein kalendara at halda skil á, nær hvíti posin varð heintaður.

Nýggj skipan

Hetta er nú ein farin tíð fyri flestu húski í limakommununum, tí nú kunnu ruskbilarnir hjá IRF taka bæði gráa posa og hvíta posa samstundis. Hvíti posin er til pappír, og grái posin til restina av dagliga húsarhaldsruskinum.

Húskini fara framvegis at fáa tvey ymisk posarull hvørt vár. Annað er eitt rull við 13 hvítum posum til pappír, har roknað verður við, at hvørt húski í miðal letur ein hvítan posa fjórðu hvørja viku, ella 13 ferðir um árið. Hitt er eitt rull við 26 gráum posum, har roknað verður við, at hvørt húski letur ein gráan posa hvørja viku í 26 vikur. Síðani fær húskið eitt nýtt grátt rull um heystið.

Hvíti posin verður nú heintaður soleiðis: Har húskið hevur stativ til bæði hvíta posa og gráa posa, verður nøgdin í hvíta posa kannað regluliga, og posin verður tikin, tá hann er hóskandi fullur. Hevur húskið ikki stativ til hvíta posa, setir húskið hvíta posan hóskandi fullan til stativið við gráa posa, tann dagin grái posi verður heintaður. Tá verða báðir posarnir tiknir. Soleiðis røkkur rullið við hvítum posum vanliga í eitt ár.

Broyttar posarutur

Í sambandi við nýggju skipanina, verða posaruturnar broyttar. Tað merkir, at ruskbilarnir í nógvum bygdum fara at koma at heinta posarnar ein annan dag, enn teir hava gjørt. Lýst verður um hetta í bløðunum og á heimasíðuni hjá IRF. Reglulig heinting við nýggju bilunum byrjar 23. apríl 2012.

Skipanin verður ikki broytt í Suðuroy á hesum sinni, og hvíti posi verður framvegis heintaður fjórðuhvørja viku í Suðuroy.