Síðani einaferð í 80unum hevur verið arbeitt við at betra um vegaføringina hjá rituvíkingum. Nú er umsíðir komið á mál.
Upprunaliga skuldi ein nýggjur vegur gerast oman til bygdina, men arbeiðið steðgaði tó upp og vegurin ístaðin brúktur sum uppdyrkingarvegur og sum atgongd til eina moldgoymslu hjá Runavíkar kommunu.
Men í 2009 var arbeiðið tikið uppaftur, og nú er ikki nógv eftir til komið er á mál við einum nýggjum tvíbreytaðum og 1,2 kilometrar longum vegi frá vegamótinum Rituvíkarvegur/Æðuvíkarvegur og inn til bygdina.
Av Landsverki verður sagt, at tað sum er eftir at tí gamla vegnum til moldgoymsluna verður tyrvt, tá ið ein nýggj moldgoymsla verður tikin í nýtslu seinni í ár.
Ein fyrimunur við nýggja vegasambandinum er, at eom semja er gjørd millum kommununa, hagan og Landsverk um, at vegurin skal vera seyðafríur og uttan rulluportur. Gjørdar eru smogur til seyðin, eins og hegn er sett upp báðumegin vegur úr Rituvík til Runavíkar.