Í framtíðini fáa grønlendingar betri stundir til at keypa sær alkohol í handlunum, tí nú hevur Landstingið samtykt, at handlar skulu sleppa at selja alkohol til klokkan 21 fríggjadag og leygardag. Tað skrivar blaðið Sermitsiaq.
Í tí upprunaliga uppskotinum, sum varð lagt fram í vár, stóð, at handlarnir skuldu sleppa at selja alkohol til klokkan 21 hvørt kvøld, men ein neyðsemja endaði við tí, sum nú er samtykt.
Eftir verandi skipan kunnu handlarnir selja alkohol til klokkan 18 fríggjadag og til klokkan 13 leygardag. Sunnudag og halgidagar er ikki loyvt at selja alkohol.
Ein uppgerð, sum grønlendska hagstovan kunngjørdi í apríl, vísti, at fólk í Grønlandi drekka minni og minni alkohol. Í 2000 drakk hvør grønlendingur oman fyri 14 ár 13,5 litrar av alkoholi. Í fjør var nøgdin 9,8 litrar.
Grønlendski landskassin fær í ár 245 milliónir krónur í avgjøldum av alkoholi.










