Lýtt veður í dag

Veturin er komin og vit hava merkt eitt kaldari veður um okkara leiðir, tó uttan enn at hava merkt stórvegis til kava. Veðrið í dag verður í høvuðsheitum lýtt við møguleika fyri regnælum.

 

Eitt hátrýst úr Norðsjónum við tilhoyrandi brúgvalagi flytur seg spakuliga innyvir Føroyar í ein landsynning. Týsdagin koma fleiri brúgvaløg innyvir Føroyar og hava regn og vind við sær.

 

Veðrið í dag. Lot til andøvsgul, 3-7 m/s, sum út á dagin minkar til eitt lot, undir 6 m/s. Tað verður skíggjað og møguleiki fyri regn ella sirm í støðum. Hitin fer at liggja millum fimm og nýggju stig.