FLOGBÓLTUR
Framvegis má helst staðfestast, at tað verður meira enn torført – fyri ikki at siga ógjørligt – hjá fuglfirðingum at endurtaka frálíka ársúrslitið í fjør, tá menninir vunnu bæði lands- og steypakappingina og gjørdust steypavinnarar í stórum stíli. Missurin av berandi spælarum sum eitt nú Rúna Weihe og Bartal Eliasen er meinur, og hetta kom eisini til sjóndar í Sørvági leygardagin.
SÍ vann dystin 3-0, og serliga í teimum báðum fyrru settunum høvdu sørvingar lætt spæl. Uttan at vera so øgiliga sannførandi, tí talan var bæði um nógvar feilir og vantandi konsentratión, eydnaðist SÍ at taka tey bæði settini rættiliga einfalt.
ÍF, sum í vetur hevur eina unga og fyri ein part rættiliga óroynda manning, fekk tó mannað seg upp í triðja setti, tá teir fingu bitið meira frá sær, so liðini fylgdust uppeftir allan vegin. Men kortini eydnaðist ikki at gera nakað við SÍ, og fuglfirðingarnir mundu aftaná iðra seg um, at serliga servufeilirnir, ið vóru fleiri í tali í bara hesum eina settinum, kostaðu dýrt.
Avrikið hjá heimaliðnum var verri enn so nøktandi, og tað munnu teir í SÍ vita best sjálvir. Har er nógv at arbeiða við, um liðið veruliga skal bjóða Mjølnir av, men tað kann vera so skjótt, at ein vend kemur í. Hinvegin bendir alsamt meira á, at leikluturin hjá ÍF verður í niðara endanum, og sum er, líkist ÍF einum einsamøllum botnliði í vetur, um ikki liðið fær styrkt sær um manningina ella fingið onkrar av teimum givnu aftur.