Lætt samba-spæl

Brasilia, Turkaland, Kina og Costa Rica:
Brasilia hevur sterkastu siðvenjuna av øllum í HM-høpi, og bólkaspælið líkist ikki nakrari forðing hjá samba-landinum

Bólkur C

Teir hava verið við hvørja ferð. Fýra ferðir hava teir verið heimsmeistarar. Legg hartil tvey silvur- og tvey bronsumerki. Jú. Einki er at ivast í, at Brasilia er eitt stórveldi innan fótbóltin, og tí verða teir aloftast mettir millum favorittarnar, tá mett verður um kappingina.
Hesa ferð er støðan tó eitt sindur øðrvísi. Í samba-landinum halda tey ivaleyst enn, at landið er hitt besta í heiminum, men úrslitini seinnu árini siga nakað annað. Tað var nevnliga um reppið, at Brasilia als ikki kom við til HM. Í undanakappingini gekk tað av skriðjuni til í útidystunum, men sterki heimavøllurin slóðaði tó í seinasta enda fyri ferðini til Japan og Korea.
Við nøvnum sum Rivaldo, Carlos, Lucio, Ronaldinho og Denilson skal tó vera løgið, um Brasilia ikki vinnur seg víðari úr bólkaspælinum, har lagnan hevur verið teimum blíð, men tað verður tó neyvan hesaferð, at Brasilia vinnur sítt fimta HM-heiti. Heldur ikki hóast teir nú aftur kunnu gera nýtslu av bóltsnillinginum, Ronaldo, sum eftir drúgvan skaðasteðg nú tykist vera komin fyri seg.

Royndirnar koma
Tá sagt verður, at lagnan hevur verið Brasilia blíð, so er hetta grundað á mótstøðuna, sum teir fáa í bólkaspælinum. Costa Rica og Kina verða á ongar roknaðir sum stórar fótbóltstjóðir, og hóast Turkaland hevur ment seg nógv seinnu árini, so er enn nakað eftir, áðrenn teir røkka upp móti hægstu tindunum.
Turkarar fara tó uttan iva at leggja seg eftir at arga brasilumenn, tá dystirnir verða leiktir. Síðani liðið fyri góðum tíggju árum síðani spældi javnt móti Føroyum í Gundadali eru stór framstig hend. Millum annað hevur Galatasary sum fyrsta turkiska felagið vunnið europeiska kapping, og í dag eru fleiri av leikarunum at finna í stórum europeiskum feløgum.
Hóast teir soleiðis hava vunnið seg til nbæði EM og HM, so tykist tað enn so, at teir ikki hava tað, sum krevst fyri at gera seg galdandi í endaspælinum, men royndirnar gerast alsamt fleiri, og í møguleikin at koma til næsta umfarið hevur neyvan verið betri, enn hann er hesaferð.

Sensatión krevst
Fyri bæði Costa Rica og Kina er galdandi, at tað er mest sum ein sensatión, um hesi megna at vinna seg víðari í kappingini.
Gaman í megnaði Costa Rica hetta fyri tólv árum síðani, tá kappast varð í Italia, men at rokna við hesum enn einaferð, er helst ov nógv kravt. Møguleikin er tó altíð til staðar, og er tað í stóran mun Paolo Wanchope, sum umboðar hendan. Megnar málslúkurin á liðnum at spæla upp til sítt, samstundis sum vanliga sterki verjuparturin kann gera sítt, so kann sensatiónin ikki útilokast.
Tað kann hon heldur ikki, tá tað ræður um Kina. Landið við fleiri enn einari milliard íbúgvum hevur ongan tíð áður tikið lut í HM, men hesaferð hava teir so vunnið seg fram. Frægastu leikararnir á liðnum eru í europeiskum høpi rættiliga ókend nøvn, men onkur kennist kanska við Sun Jihai frá Manchester City, ella Yang Chen úr Eintracht Frankfurt.
Megnar liðið at vinna seg víðari, er hetta at meta sum ein risa-sigur, men alt í alt líkist hetta einum fjórða plássið í bólkinum.

Dystirnir:
03.06Brasilia-Turkaland
04.06Kina-Costa Rica
08.06Brasilia-Kina
09.06Costa Rica-Turkaland
13.06Costa Rica-Brasilia
13.06Turkaland-Kina