Løtt og stutt venjing í kvøld

Brian Kerr, landsliðsvenjari, var skjótur at hála menn sínar út á franska grasið í gjárkvøldi. Eftir komu á hotellið og ein skjótan bita, varð farið beint á venjingarvøllin.
Talan var um eina lætta og stutta venjing, mest fyri at loysa upp eftir ferðina til Fraklands og fyri at leikararnir skulu kenna, at teir eru komnir í gongd. Vantandi ljósið kring vøllin gjørdi eisini, at møguleikarnir fyri at venja um kvøldið vóru rættiliga avmarkaðir.