Lætt hjá Stjørnuni

Stjørnan kom sær ikki í nakrar óneyðugar trupulleikar, tá tær fóru úr VB-høllini við báðum stigunum

Hondbóltur

Tað var botnurin sum tók ímóti toppinum í Vági sunnudagin. Og tað endurspeglaðist eisini á máltalvuni.
Hóast VB fyrstu longu løtuna fylgdi væl við gestunum, so var sjáldan nakar ivi um, at Stjørnan hevði nógv meira at geva av, og seinastu løtuna undan steðginum settu tær eisini tingini upp á pláss.
Stjørnan vann sær tá eina trygga leiðslu, og hesa heldur tær rimmar fast um gjøgnum allan seinna hálvleik.
Sigurin ber við sær, at Stjørnan framvegis eltir Tjaldur, sum tó er tvey stig frammanfyri. VB er framvegis stigaleyst í botninum á stigatalvuni, men tað er helst ikki stórvegis ivi um, at tað er í øðrum uppgerðum enn júst móti oddaliðunum, at tær skulu vinna sær neyðugu stigini.