Lætt hjá oddinum

Roknast má við, at øll oddaliðini hjá kvinnunum fáa fult um vikuskiftið

Hondbóltur

Tað man neyvan vera tann heilt stóru spenningurin, sum eyðkennir kvinnuligu hondbóltsleikararnar kring landið hetta vikuskiftið.
Tríggir dystir standa á skránni, og í øllum trimum førunum eru tað fremstu liðini, sum taka móti teimum niðastu.
Stjørnan er einasta av hesum, sum hevur heimavøll, tá tær taka ímóti StÍF, meðan VB og VÍF skulu á vitjan hjá ávíkavist Kyndli og Søljuni. Seinastu árini hava víst, at munurin millum topp og botn í kvinnudeildini er stórur, og ivaleyst er hetta ein veruleiki, sum verður staðfestur enn einaferð sunnudagin, tá allir tríggir dystirnir standa á skránni.