Lætt hjá Mjølnir

Flogbóltur, kvinnur: ÍF fekk lítið og einki gjørt við meistaraliðið

Magnus Tausen


ÍF ? Mjølnir 0 ? 3

11-25, 21-25, 21-25


Meistaraliðið úr Klaksvík hevur seinastu árini verið einaráðandi í føroyskum kvinnuflogbólti. Mjølnir hevur vunnið mestsum alt, og aftur í ár er liðið væl fyri.


Sá lætt út

Í dystinum ímóti ÍF gjørdu kvinnurnar í Mjølni ikki so nógv burturúr. Grundspælið er trygt, og tí ger liðið mestsum ongar villur. Á liðnum eru góðir smasharar, og Marjun Kalsø stýrir øllum væl.

Hjá ÍF var uppgávan tí ógvuliga torfør. Á liðnum eru somu leikarar sum seinasta kappingarár, men ov lítið hevur eftir øllum at døma verið vant, tí liðið er ikki samanspælt, og nógvar villur vórðu gjørdar í dystinum.


Færri mistøk

Í 1. setti riggaði als einki hjá ÍF, og Mjølnir skuldi mestsum einki gera fyri at vinna. Hetta var ein av teimum dystunum, sum ikki eru serliga áhugaverdir at hyggja at, tí ferðin var alt ov lítil. Tey bæði seinnu settini vóru nógv javnari, og liðini fylgdust upp í 20. Tá kom munurin á liðunum til sjóndar, tí nú gjørdi ÍF mistøk, men Mjølnir helt á.

Mjølnirkvinnurnar vístu ikki meistaraspæl, men tað var nú heldur ikki neyðugt. Aftur í ár er tað Mjølnir, øll hini liðini skulu royna at koppa. Tað megnaði Dráttur í FK-kappingini, og tí er vón hjá hinum liðunum eisini.

Spennandi verður at síggja hvussu fer at gangast, tá ið Dráttur og Mjølnir hittast fyrstu ferð. Tað verður longu nú leygardagin í Klaksvík. Nógv bendir á, at hesi liðini fara at togast um meistaraheitið.