Mannfólk eru ein mangulvøra. Tað eru tað kanska ikki øll sum eru samd við, og tey eru helst mong, sum onkra løtuna hava ynskt øll mannfólk langt vekk. Men á dagstovnaøkinum er ta ein sannroynd, at mannfólk eru ein mangulvøra.
Í omanfyri standandi grein ber til at lesa, um frágera góðu umstøðurnar dagstovnurin Sóljugarður hevur. Men tað er ikki einans har, at børnini í Sandavági eru heppin. Í Sóljugarði arbeiða heili trý mannfólk, og tað eru fáir stovnar, sum eru so væl stillaðir.
Eitt av hesum mannfólkunum er Hegga Samuelsen. Hann er útbúgvin pedagog, og tá vit koma fram á hann, er hann á fótbóltsvøllinum í Sandavági við seks smádrongjum. Hann spælir fótbólt saman við teimum, og tað sæst, at lítlu knassarnir royna at gera sum Hegga, tá hann trillar runt við bóltinum.
Tá vit rópa Hegga yvir til okkara, steðgar spælið eina løtu. Tað er eyðsæð, at piltarnir ikki eru nøgdir við, at hann má gevast eina løtu:
- Ja, tað er lætt at vera mannfólk, smílist hann til okkara. Honum dámar væl starvið sum pedagog, og sær ongan trupulleika í at vera í millum so mong konufólk í gerandisdegnum:
- Tað riggar fínt, og nú eri eg heldur ikki heilt einsamallur, sigur hann, og vísir til hini bæði mannfólkini á stovninum.
- Vit eru ofta á plenuni, og helst oftari enn vit annars vildu verið, um onki mannfólk var á stovninum, greiðir hann frá og sigur, at tá hann tímir at spæla fótbólt og børnini eisini tíma, so er tað upplagt.
- Men sjálvandi er tað ikki bara fótbóltur. Vit gera eisini eina rúgvu av øðrum tingum, tí møguleikarnir her eru fantastiskir. Tak til dømis bara ánnað, so plaga vit góðveðursdagar at sigla í gummibátum í henni, og tað eru tað ikki nógvir stovnar, sum kunna, sigur hann.
Smádrongirnir sum steðgaðu við spælinum í áðni, tá vit órógvaðu teir, tóku skjótt spælið uppaftur, men nú kundu teir gott hugsa sær at fingið Hegga við aftur upp í leikin, so vit sleppa honum og fara víðari.