Lætt at raðfesta skúlaøkið

Heðin Zachariassen fegnaðist í røðu síni um út- og umbygda skúlan og greiddi millum annað frá, at tað var ein løtt avgerð at raðfesta skúlaøkið í Sunda Kommunu

Í samband við hátíðarhaldið, har út- og umbygdi skúlin í Hósvík alment varð tikin í nýtslu, segði Heðin Zachariassen, ið er fráfarandi borgarstjóri í Sunda Kommunu, eisini nøkur orð.

Heðin Zachariassen fegnaðist sum vera man um teir góðu karmar, ið skúlabørnini í Hósvík nú hava fingið, bæði við út- og umbygda skúlanum og við nýggja sparkivøllinum.

Heðin Zachariassen greiddi somuleiðis frá, at hann heldur at Sunda Kommuna er ein sera spennandi kommuna, og at Sundalagið sum heild er eitt sera spennandi øki at vera í. Kommunan hevur, í mun til fleiri aðrar bygdakommunur, staðið í støðugum vøkstri.

- Tað er ein løtt avgerð at raðfesta skúlaøkið í eini kommunu, sum hevur staðið í støðugum vøkstri nógvu seinnu árini, segði Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

Hans Andreas Dam Joensen úr sosialu deild hjá Sunda Kommunu greiddi frá, at tað er neyðugt at gera íløgur í framtíðina, tí nýggjar námsfrøðiligar avbjóðingar stinga seg upp javnan, og at við hesum nýggju hølunum er høgt til loftið og vítt til veggja í fleiri merkingum.