Í dag verður ein nýggj lóggáva sett í gildi í Danmark, sum ger tað lættari hjá dønum at skiljast. Áður hevur tað verið soleiðis, at parið skal vera separerað í eitt hálvt ár, áðrenn hjúnaskilnaðurin kann gerast endaligur, men nú skulu bert nøkur klikk við músini til.
Nú sleppa danir undan at bíða eitt hálvt ár eftir at blíva skild. Í staðin kunnu tey nú nýta Nem-Id, og umvegis telduna fremja hjúnaskilnaðin.
Lógin í Føroyum er ikki broytt, og tí er tað enn neyðugt at bíða í minsta lagið eitt hálvt ár, áðrenn hjúnaskilnaðurin kann gerast offisiellur.
- Tað eru etisk og politisk áhugamál sum gera, at lógin í Føroyum er sum hon er. Og tað eru fleiri, sum nýta tíðina at umhugsa støðuna, og so lata vera við at skiljast eftir hasar seks mánaðirnar, sigur Kristina Samuelsen, sakførari.
Hon vísir á, at um ótrúskapur ella harðskapur er í málinum, so skal einans ein undirskrift til, so slepst undan at bíða í eitt hálvt ár.
- So spurningurin er hvussu nógv veruliga hava trupulleikar av hesari bíðitíðini, sigur Kristina Samuelsen.
Hon vísir á, at tað er sera umfatandi at fara undir ein hjúnaskilnað, og tí er tað kanska gott, at fólk fáa umhugsunartíð.
- Ein kann ímynda sær, at um tað gert lættari at fremja hjúnaskilnað, so eru tað allarhelst fleiri, sum lata seg skilja, uttan at veruliga hava hugsað um avleiðingarnar, sigur Kristina Samuelsen.